608 tilburðir í gjár og nú eru 4.870 smittað, 4 innløgd og 20 deyð við korona

Í gjár vóru 608 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Øll tey smittaðu hava fingið boð. 1.471 kanningar vórðu gjørdar seinasta døgnið.

Í løtuni eru 4.870 smittað við korona, seks eru innløgd við korona, harav fýra eru innløgd vegna korona, og 20 eru deyð við korona í Føroyum

Heilsumálaráðið og Føroya Landsstýri

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: