6 deyð við Korona seinasta mánaðin og nú eru heili 8 deyð við Korona hví?

Haldi hetta tal vera sera høgt, tá ið man tonkir uppá, at áðrenn hesu 6 deyðu við Koronu, var fyrst ein deyður við Korona í meira enn 1 ár í Føroyum og so ein aftur at í 2021, minnist eg rætt einaferð síðst í summar.
Nú eru heili 6 deyð hendan seinsta mánaðin, hví man so vera? og tað sum eg haldi er enn meira løgið er, at nú eru omanfyri 80 prosent koppsett omafyri 12 ára aldur í Føroyum og nú eru ongantíð so nógv deyð við Korona sum akkurát nú?
Hvat er hent? hava vit ikki ansa nóg væl eftir ella hava hesi 6 fólkini havt aðrar álvarsligar sjúkir at stríðast við?
Fólk eru óttarfull og eg haldi at heilsumynduleikarnir átti at upplýst okkum, hví heili 6 fólk eru deyð við korona hendan seinasta mánaðin og bara ein var deyður í meira enn 1 ár við Koronu og tá vóru næstan ongin koppsettur.
SáH