Annika Olsen: Fólkaflokkurin tekur umhvørvið í álvara

Nú allur Fólkaflokkurin yvir ein kamb verður lagdur undir fyri ikki at taka umhvørvið í álvara, so skal eg bert minna á, at tað var undir leiðslu Fólkafloksins, at veðurlagspolitikkur Føroya frá 2009 bleiv samtyktur.

Tað var eg sjálv, ið fekk hesa dedikeraðu uppgávu latna upp i hendi sum umhvørvismálaráðharri og eitt samt Løgting tók undir við politikkinum. Málið var at skerja útlátið við 20 pct i 2020 í mun til útlátið i 2005.

Tað hevur tiverri gingið fullkomiliga skeivan vegin og ongantid verður dálkað so illa sum just nú. Hetta kann man so ikki aleina lasta Fólkaflokkinum fyri, sum ikki hevur sitið við leiðsluni tey síðstu 4 árini.

Sjálvsagt skulu vit ganga á odda at minka um útlátið og leggja um til grønar loysnir. Hetta er búskaparliga skilagott, og tad er gott fyri umhvørvið. Nú er nokk tosa, nú er tíðin er komin til handling. Á umhvørvisøkinum haldi eg, at vit eisini eiga at seta okkum sum mál, at gera Føroyar plastfríar i 2030. Hetta er gott fyri umhvørvið og fyri okkara umdømi úti i heimi sum fiskivinnutjóð og ferðamannaland.

Virðing fyri umhvørvinum og búskapur ganga hond i hond og kemur at gera tad i framtíðini, tí brúkarin setir krøv um hetta.

Annika Olsen 10.02.2019

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: