568 fólk koppsett fríggjadagin og leygardagin

Fríggjadagin og leygardagin vórðu 568 fólk koppsett. 177 fólk fingu fyrra prikið og 391 fólk fingu tað seinna.

Nú hava 33.551 fólk fingið fyrru koppsetingina. 25.862 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og eru liðugt koppsett.

Tilsamans 59.413 koppsetingar eru gjørdar í Føroyum.

Heilsumálaráðið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: