55 tilburðir í gjár og nú eru 755 smittaði og 7 innløgd

Í gjár vóru 55 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.

3664 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 755 smittað, og sjey eru innløgd við koronu í Føroyum.

Samlaða talið av smittaðum er rætta við 1, orsaka av eini skrivivillu í gjár.

Heilsumálaráðið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: