53 tilburðir í gjár og nú eru 389 smittaði, 7 innløgd og 13 deyð

Í gjár vóru 53 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.

2423 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 389 smittað, sjey eru innløgd, og 13 eru deyð við koronu í Føroyum.

Føroya Landsstýrið og Heilsumálaráðið

Please follow and like us: