51 tilburðir í gjár og nú er 450 smittaði, 5 innløgd og 10 deyð

Í gjár vóru 51 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.

2628 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 450 smittað, fimm eru innløgd, og tíggju eru deyð við koronu í Føroyum.

Føroya Landsstýrið og Heilsumálaráðið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: