49 tilburðir í gjár og nú eru 358 smittaði, 5 innløgd og 13 deyð við korona

Í gjár vóru 49 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.

2393 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 358 smittað og 5 eru innløgd við koronu í Føroyum.

Heilsumálaráðið og Føroya Landsstýri