48 tilburðir í gjár og nú eru 618 smittaði, 5 innløgd og 8 deyð

Í gjár vóru 48 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.

2471 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 618 smittað, fimm eru innløgd, og átta eru deyð við koronu í Føroyum

Heilsumálaráðið og Føroya Landsstýrið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: