48 tilburðir í gjár og nú eru 430 smittaði, 3 innløgd og 13 deyð

Í gjár vóru 48 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.

1717 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 430 smittað, trý eru innløgd, og 13 eru deyð við koronu í Føroyum.

Heilsumálaráðið og Føroya Landsstýrið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: