48.000 ár síðani síðst og nú kanst tú uppliva tað aftur

Teir næstu dagarnar kann man uppliva eitt sera sjálvsamt nátturi fyribrigdi, tá ið ein halastjørna kemur heilt nær við jørðina, so at man kann síggja hana við sínum egnu eygum.

Veðrið skal helst vera klárt og er tað 48.000 ár síðani at hon vitjaði her á okkara leiðum síðst. Halastjørnan verður nærmast jørðini tann 1. februar, tá hon fer framvið jørðina við einari fjarstøðu upp á 42 milliónir kilometrar.

Frá leygardegnum tann 21. januar og nakrar dagar fram, er møguleiki at síggja halastjørnuna, men treytin er at ongin skíggj eru og tað er klárt.

Sært tú ikki halastørnuna hesu ferðina, so kemur hon aftur at vitja jørðina um 50.000 ár.

Halastjørnan eitur C/2022 E3 (ZTF) og rutan hon gongur ígjøgnum er ímillum Karlsvognin og Norðstjørnuna, góða eydnu øll somul.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: