Setanarrøðan hjá Katrin Dagbjartsdóttir á FM í stuttgeil 2018

Góðu svimjarar, hjálparfólk og áskoðarar!

Tað er mær ein stór gleði at sleppa at seta FM á stuttgeil í ár. Allir luttakararnir hava klárað bronsunálakravtíð, fyri at sleppa við til hesa kappingina. Minnist væl, tá ið Kringvarpið byrjaði at senda beinleiðis frá FM fyri 25 árum síðani. TAÐ hevur sanniliga givið svimjarunum eina motivatión til at geva alt – og eisini hevur hetta víst Føroya Fólki, hvussu spennadi, svimjing er. Tað verður spennandi at sleppa at fylgja við í, hvussu tíðir betrast, um okkurt føroyskt met verður tikið, um fleiri sleppa til NJM/NM í Finnlandi ella til HM í Kina seinni í ár. Tí ymsik eru málini hjá ymsu svimjarunum her.

Tað er jú eisini hugtakandi við svimjing. Hvør einstakur hevur síni egnu, persónligu mál. Tey yngru royna at betra egnar tíðir, onnur royna eftir føroyskum metum og Oyggjaleikakravtíðum, meðan uppaftur onnur kempa, fyri at sleppa til EJM, HM og tey hava kanska eisini OL í kvittanum. Eitt er vist: Fleiri og fleiri tora at droyma stórt og tað er sera gott.

At vera svimjari er stuttligt, serligt og krevjandi. Neyðugt er at seta sær mál. Bæði stutttíðarmál og langtíðarmál. Annars eru aðrar treytir, sum eisini skulu vera til staðar:
*Góður venjari, sum dregur nógvar svimjarar til sín
*Stuðlandi foreldur
*Venjingarumstøður
*Stuðlandi fólk í heila tikið
*Møguleikar at sleppa at royna seg til nógvar kappingar
*Tað týdningarmesta er tó hin einstaki, ið setur sær málini.

Tí tað at venja 8-10 ferðir um vikuna krevur ein vilja av stáli. Tá ið man fer upp kl. 4.45 um morgunin, kanska eymur frá venjingini kvøldið fyri, tað er myrkt og kalt – stílurin, sum skal latast inn er hálvskrivaður – og øll onnur sova. TÁ er gott at hava ein pápa ella eina mammu, sum koyrir teg til venjing. Tá man so leypur útí saman við liðfelagum sínum, tá er málið aftur fyri eyga. Málið um at betra seg til onkra kapping – ella kanska at vinna onkra kapping. Út frá hesum sæst vónandi, at svimjing eisini er ein ítróttur við sterkum samanhaldi, har fólk trívast og hava tað gott.

Sanniliga gongst væl hjá okkum føroyingum uttanlands – Í mongum ítróttagreinum. Og tað kunnu vit frøast um!

At koma uttanlands og umboða okkara vøkru oyggjar – okkara egnu litir okkara egna land – er nakað heilt serligt, sum eingin amerikanari kann seta seg inn í. Vit eru so fáment og kortini klára vit okkum væl á so mongum ymiskum pallum.

Tí eiga vit sjálvsagt, at sleppa at umboða Føroyar á størsta ítróttaliga pallinum – Til OL. Hesum verður arbeitt við dagliga í føroysku olympisku nevndini. Tá ið Føroyar sleppur at Luttaka til PL, so eiga vit eisini at sleppa til OL. Eitt er vist. Vit hava ítróttafólkini.

Saman standa vit sterk.

Men, mítt barn, um blómur tú vilt vinna eingin eigur
mást tú klúgva huga tíns brøttu bjargaleiðir.

Við hesum orðum er FM 2018 á stuttgeil sett. Koyrið á!

 

Please follow and like us: