44 smittaði í løtuni við Korona í Tórshavn

Korona smittan er høg í Tórshavn í løtuni, har heili 44 eru smittaði, aðrastaðni í landinum er smittan næstan null.
Hesar seinastu dagarnar eru smittan økt nógv í Føroyum, 36 eru blivin smittaði við Korona hesa seinastu vikuna og mest sum øll eru smittaði í høvuðsstaðnum.
Talið fyri at ein kommuna lukkar niður í Danmark er 250 smittaði á 100.000 testaði fólk, tað talið er nakað minni í Norra.
Føroyar heldur seg til tey donsku tølini, so talið skal upp um 130-140 fyri allar Føroyar, áðrenn tiltøk vera sett inn, men hvat talið er fyri ein kommuna verður lukkað niður i Føroyum veit eg ikki, men tað nærkast fyri Tórshavn nú 44 eru smittaði.
Í gjár vóru 8 smittaði, allir persónarnir eru smittaðir í Føroyum. Í fýra førum er smittukeldan kend, í hinum fýra førunum er smittukeldan ikki kend.
Í fýra av førunum er smittukeldan ikki kend og tískil kunnu hesu hava smittað nógv fólk uttan at tey hava vita av tí.
Vit mugu bara vóna at okkara heilsumynduleikar hava støðuna undir hond og at smittan minkar aftur av sær sjálvum nú fleiri og fleiri vera koppsett.
SáH