44 serfrøðingar á fund á Hotel Brandan

Í dag eru 44 kost- og føðsluserfrøðinar savnaðir til miðskeiðis fund hjá felagnum á Hotel Brandan.

Undir vælskipaðum korona-umstøðum hava vit hoyrt forkvinnuna Elisabeth Akursmørk greitt frá, hvussu nevndin arbeiðir og um ætlanirnar framyvir.

Nevndin hevur gjørt tilfar til at eggja kommunalpolitikarar at ganga rættan vegin føðsluliga. Bæði um kost til børn og ung umframt føðslutrot, sum ætlanin er at senda til tey, ið stilla upp.

Eisini er forkvinnan í danska Kost- og Ernæringsforbundet Ghita Parry komin til Føroya at greiða frá, hvat arbeitt verður við í høvuðsfelagnum í Danmark.

Hon er øgiliga hugtikin av, hvussu eldhugað vit eru í Føroyum – og ovfarin av, at yvir helvtin av limunum møta til tiltakið!

Kelda Kost- og Føðslufelagið

Býráðsvalið 2020: X við Símun á Høvdanum

Please follow and like us: