41 tilburðir í gjár og nú eru 474 smittaði, 7 innløgd og 13 eru deyð við korona

Í gjár vóru 41 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.

2149 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 474 smittað og 7 eru innløgd við koronu í Føroyum.

Heilsumálaráðið og Føroya Landsstýri