400 dagar uttan arbeiðsóhapp í nýggja H – bygninginum á LS

Hetta verður hildið við rundstykkum og wienarbreyði í kantinuni í nýggja H – bygninginum.

Tann 29. oktober hátíðarhildu vit, at vit hava havt 400 skaðafríar dagar í arbeiðinum við nýggja H – bygningin á Landssjúkrahúsinum. At vit kunnu hava 400 skaðafríar dagar, kunnu vit takka okkara dugnaligu arbeiðstakarum og øllum teimum, sum eru við til at gera teirra arbeiðsdag tryggan og skaðafrían.

Landsverk er byggiharri, og í 2015 byrjaði sp/f Grettir at grava út, og sjálv byggingin byrjaði í januar í 2017. MT Højgaard, Húsavarðartænastan, Demich og EL.FO eru høvuðsarbeiðstakarar.

Landsverk fegnast um góðu gongdina og vóna vit, at vit kunnu halda áfram við enn fleiri skaðafríum døgum.

Myndirnar hevur Kristian Niclasen hjá SNA tikið.

Kelda: Landsverk

Býráðsvalið 2020

Hvør er best við Fiskivinnuna í Klaksvík, Sjálvandi Símun á Høvdanum, minst til tað tann 10. november.

Havi altíð verið góðir við okkara FISKIVINNU, vónandi fái eg tykkara stemmur tann 10. november. X við Símun á Høvdanum
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author