40 tilburðir í gjár og nú eru 376 smittaði, 7 innløgd og nú eru 13 deyð

Í gjár vóru 40 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.
2348 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 376 smittað, sjey eru innløgd, og 13 eru deyð við koronu í Føroyum.
Heilsumálaráðið og Føroya Landsstýrið
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: