38 tilburðir í gjár og nú eru 377 smittaði, 8 innløgd og 12 deyð

Í gjár vóru 38 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.

2950 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 377 smittað, átta eru innløgd, og 12 eru deyð við koronu í Føroyum.

Føroya Landsstýrið og Heilsumálaráðið

Please follow and like us: