35 tilburðir í gjár

Í gjár vóru 35 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.

2492 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 566 smittað, fýra eru innløgd, og átta eru deyð við koronu í Føroyum.

Føroya Landsstýrið og Heilsumálaráðið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: