338 eru nú bjargaði í land av ferðmannaskipinum Viking Sky

Tað vóru 1373 fólk við skipinum Viking Sky, har av vóru 915 ferðafólk og sum var sera tætt við at renna á land í Norra ígjár, tá ið allir motorarnir á skipinum steðgaði upp klokkan 14:00. Veðrið var sera vánaligt, tað var kolandi stormur og man tað ikki vera tann sami stormurin sum rakti Føroyar fríggjadagin og sum nú hevur rakt Norra.

Klokkan 6 í morgun eru 338 bjargaði í land og bjargingin heldur áfram júst nú.

Tað var klokkan 14 ígjár har almarsentralurin í Møre og Romsdal fekk neyðboðini Mayday, Mayday frá ferðamannaskipinum, at teir høvdu trupuleikar við øllum fýra motorinum og teir allir vóru stoppaðir upp og ferðamannaskipið rak skjótt ímóti landi og Viking Skye var bert 100 metrar frá at renna á land og so hevði tað verið tann størsta skipsvanlukka nakrantíð í Norðurlondum.

Í morgun hava teir fingið tamarhald á støðuni, teir hava fingið tríggjar motorar at virka aftur og nú er tað á veg inn til Molde. Veðrið er betri  nú og hevur bjargingartænastan í Norra sent tríggjar sleipubátur út fyri at vera Viking Sky til hjálpar, um motorarnir stoppa upp aftur.

17 hava fingið skaðað og trý hava fingið álvarsligar skaðar.

SáH

 

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author