32 persónar smittaðir umborð á russiskum trolara

32 persónar hava fingið staðfest koronusmittuna umborð á russiska trolaranum AK-0749 Karelia, sum í løtuni liggur við bryggju í Runavík. Ein teirra er í løtuni innlagdur á Landssjúkrahúsinum. Tað upplýsir Landslæknin.

Teir 32 tilburðirnir byggja á úrslit frá kanningum av allari manningini á russiska trolaranum, ið telir 75 persónar. Møguleikin fyri, at onnur enn manningin umborð er smittað, er ógvuliga avmarkaður.

Russiski trolarin er í løtuni avbyrgdur. Løgreglan hevur eitt vakið eyga við økinum, har trolarin liggur.

Heilsumálaráðið

Hetta skrivaði News.fo og Norðoya Portalurin um Karelia tann 30.07.2021

Fimm smittaði í Føroyum í løtuni, hini øll eru rýmd

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author