305 tilburðir í gjár og nú eru 4.719 smittað, 23 innløgd og 23 deyð við koronu

Í gjár vóru 305 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

634 kanningar vórðu gjørdar seinasta døgnið.

Í løtuni eru 4.719 smittað við korona, 23 eru innløgd við korona, harav sjey eru innløgd vegna korona, og 23 eru deyð við korona í Føroyum.

Heilsumálaráðið og Føroya Landsstýri

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author