3.229 fólk koppsett seinastu dagarnar

Fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin vórðu 3.229 fólk koppsett. 691 fólk fingu fyrra prikið og 2.538 fólk fingu tað seinna.

Nú hava 32.477 fólk fingið fyrru koppsetingina. 24.348 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og eru liðugt koppsett.

Tilsamans 56.825 koppsetingar eru gjørdar í Føroyum.

Heilsumálaráðið

Please follow and like us: