29 tilburðir í gjár og nú eru 682 smittaði og 6 innløgd

Í gjár vóru 29 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.

2343 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 682 smittað, og seks eru innløgd við koronu í Føroyum.

Føroya Landsstýrið og Heilsumálaráðið