28 milliónir børn í USA skulu koppsetast skjótast gjørligt

Umsitingin hjá Biden hevur ætlanir um at koppseta 28 milliónir børn í aldrinum frá 5-11 ár ímóti Koronavirus skjótast gjørligt.

Loyvini til Pfizer koppsetingina til hendan aldursbólkin vera væntandi komin uppá pláss í nærmastu framtíð.

Ætlanin er at gera koppsetingina meira barnavinarliga, eitt nú við at nálirnar vera minni og at tær vera útflýggjaðar á Apotekunum og barnalæknar skulu koppseta børnini í skúlunum og í nærumhvørvinum.

USA hevur eitt sera stórt lagur av koppingarevnum frá Pfizer og ríkiligt nokk til øll børnini.

Væntandi verður farið ígongd um fáar vikur, segði Jeff Zients ráðharrin fyri Covid 19 í Hvítu Húsinum.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: