25 ára gamli Jasper Van Der Heyden, hevur skrivað eitt ára sáttmála við KÍ.


Jasper kom til Føroya í farna kappingarári og var eitt av ljóspunktunum hjá AB.
Jasper er ein álopsinnaður miðvallari, men roynist eisini væl úti á veinginum.
Fyri AB spældi hann 26 dystir og skoraði trý mál.
Jasper Van Der Heyden er føddur og uppvaksin í Belgia, har hann hevur spælt fótbólt frá barnsbeini av.
Hann royndi seg í Íslandi, har hann møtti føroysku unnustuni og gjørdi av at flyta til Føroya.
Vit ynskja Jasper hjartaliga vælkomnan til felagið og góða eydnu í KÍ blusuni!
Kelda: KÍ – Klaksvíkar Ítróttarfelag
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: