203 fólk koppsett í gjár

Í gjár vórðu 203 fólk koppsett. Talan var í stóran mun um persónar 65 ár og eldri, sum fáa persónliga røkt og hjálp við tí praktiska. 185 fingu fyrra prikið og 18 fingu seinna prikið.

Nú eru tilsamans 9.170 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 5.173 fólk hava fingið fyrru koppsetingina. 3.997 hava fingið seinnu koppsetingina og eru liðugt koppsett.

Heilsumálaráðið

Please follow and like us: