2022 gjørdist eitt sera gott ár hjá okkum í Team Rynkeby

2022 gjørdist eitt sera gott ár hjá okkum í Team Rynkeby. Eftir at hava súkklað túrar í Føroyum í 2020 og í Danmark í 2021, sluppu vit endiliga aftur til París. Túrurin var sera væl eydnaður, og liðið kom til París í øllum góðum. 🚴‍♀️🇫🇴➡️🇫🇷

2022-liðið samlaði 1,48 mió. kr. inn til børn við álvarsligum sjúkum. Higartil hava Krabbameinsfelagið, Hjartabarnið, Cystisk-fibrosufelagið og Berin fingið pening frá Team Rynkeby, men í ár fekk Sinnisbati eisini pening frá okkum, so at tey kunnu hjálpa børnum og ungum, sum á ein ella annan hátt stríðast. 💛

Nýtt lið bleiv sett í september. 167 umsóknir komu inn um at sleppa við á liðið; tað er met hjá okkum í Føroyum. Nýggja liðið venur miðvíst fram til túrin í summar, og innsavningararbeiðið gongur sum ætlað.

Vit herja á 2️⃣0️⃣2️⃣3️⃣ við góðum treysti og gleða okkum til nógvar góðar túrar og upplivingar á gulu súkkluni, nú vit á 10. ári venja og samla pening inn til álvarsliga sjúk børn og familjur teirra.

Gott nýggjár øll somul og takk fyri alt í brátt farna ári. 💛✨

Team Rynkeby Føroyar

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author