2019 var eitt gott ár hjá BankNordik

Árið í fjør hilnaðist væl hjá BankNordik, hóast umstøðurnar at reka bankavirksemi sum heild eru vorðnar meiri avbjóðandi. Úrslitið fyri skatt gjørdist 260 mió. kr., og rakstrarúrslitið 289 mió. kr. Bankin væntar ein framhaldandi hóvligan útlánsvøkstur í 2020.

2019 var enn eitt ár við nógvum virksemi í føroyska samfelagnum, og tað sæst aftur í hóvliga útlánsvøkstrinum til privatu húsarhaldini. Tølini vísa, at føroysku kundar bankans í alsamt størri mun velja at fíggja bústaðin við realkredittláni, meðan eftirspurningurin eftir siðvanda bankaláninum er minkaður. ”Virksemið hjá samtakinum royndist sum heild væl í 2019, og úrslitið gjørdist betri, enn vit upprunaliga væntaðu. Árið var m.a. merkt av nýggjum talgildum gjaldsloysnum, og harumframt fóru vit undir at bjóða privatkundum og vinnulívskundum nýggjar lánsmøguleikar til fígging av umhvørvisvinarligum íløgum og nýskapandi verkætlanum,” sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

Hóast 2019 var eitt gott ár hjá samtakinum, hava marknaðarumstøðurnar og áhaldandi lága rentustøðið við sær, at tað gerst alsamt meiri avbjóðandi at reka lønandi bankavirksemi. Tískil tillagaði bankin í desember rentur, prísir og bygnað fyri at tryggja ein framhaldandi skynsaman rakstur. ”Tað er ikki hugaligt at fremja slíkar broytingar, ið ávirka bæði kundar og starvsfólk, men tað er neyðugt, um vit eisini vilja vera kappingarfør í framtíðini. Starvsfólkini í samtakinum hava tí rós uppiborið fyri stuðulin og stóra arbeiðið; eisini hóast truplar avgerðir eru tiknar,” sigur Árni Ellefsen.

Dótturfeløgini hjá samtakinum, Trygd og Skyn, høvdu eisini eitt gott ár í 2019. Tryggingarinntøkurnar hækkaðu, meðan skaðarnir vóru á einum lutfalsliga lágum støði. Stóri eftirspurningurin eftir bústøðum sæst aftur í virkseminum hjá Skyn, sum seldi 240 ognir í 2019 samanborið við 234 ognir í 2018. Umframt ognirnar á sølulistanum avgreiddi Skyn eisini 86 privatar sølur.

Avlopið fyri 2019 gjørdist 207 mió. kr., og av hesum ætlar bankin at gjalda íleggjarunum 67,2 mió. kr. í vinningsbýti. Hetta svarar til 7 kr. fyri partabrævið. Broyttu marknaðarumstøðurnar hava við sær, at bankin væntar eitt lægri úrslit í 2020 enn í 2019.

Ársroknskapurin 2019 í stuttum
– Úrslitið fyri skatt gjørdist 260 mió. kr. samanborið við 323 mió. kr. í 2018.
– Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 185 mió. kr. samanborið við 179 mió. kr. í 2018.
– Bankin førdi aftur niðurskrivingar á útlánum fyri 105 mió. kr. samanborið við 111 mió. kr. í 2018.
– Rakstrarúrslitið gjørdist 289 mió. kr., ið er tað sama sum í 2018.
– Útlán bankans lækkaðu úr 10 mia. kr. í 2018 til 9,9 mia. kr. í 2019.
– Innlán bankans hækkaðu úr 13,4 mia. kr. í 2018 til 14,4 mia. kr. í 2019.
– Solvensurin hækkaði úr 19,8% í 2018 til 22,3% í 2019.
– Bankin væntar, at nettoúrslitið fyri 2020 verður 100-150 mió. kr. (2019: 207 mió. kr.).

Bank Nordik

Árni Ellefsen

Please follow and like us:

4 thoughts on “2019 var eitt gott ár hjá BankNordik

  1. Pingback: Digital Marketing

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.