20 MIÓ. KR. GJØGNUM VINDEYGAÐ😡

Landsbankin skuldsetur nú Landsgrannskoðaran fyri ikki at gera sítt arbeiði gott nokk. Nú er ovboðið við hesum dýra óneyðuga banka.
Í frágreiðing frá Landsgrannskoðaranum stendur, at rentan fyri lánið í 8 mánaðir í 2017 er yvir 7 milliónir krónur. Harafturat vísir grannskoðanin á, at kurstapið er 15 milliónir krónur.
Íalt 22 milliónir føroyskar krónur.
Um lánið var tikið, sum Gjaldsstovan tók lán, so var kostnaðurin minni enn 2 mió fyri sama tíðarskeið. 20 milliónir krónur út gjøgnum vindeygað.
Rentan er staðfest og somuleiðis er kurstapið.
Men Landsbankin verjir seg í kvøld við at skuldseta Landsgrannskoðanina fyri ikki at duga sítt arbeiði.
Landsbankin setur spurnartekin við ein almennan eftirlitsstovn, kann man tað?
Hvussu langt sleppur hesin stovnur, áðrenn landsstýrið traðkar til.
Jørgen Niclasen, tingmaður