190 tilburðir í gjár og nú eru 1472 smittaði og 2 innløgd við korona

Í gjár vóru 190 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Øll tey smittaðu hava fingið boð.

3386 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 1472 smittað, fimm eru innløgd, harav tveir sjúklingar eru innlagdir av korona, hinir tríggir eru innlagdir av aðrari orsøk.

Heilsumálaráðið og Føroya Landsstýri

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: