181 føroyingar fingið staðfest smittuna

Tað eru nú í alt 181 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 4800 kanningarúrslit. Úrslitið fyri fýra kanningar, ið vórðu gjørdar í gjár, verða greinað seinni í dag.

Sostatt eru tveir persónar staðfestir smittaðir afturat seinasta samdøgrið.

Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í løtuni eru 93 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Tveir persónar eru innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Heilsumálaráðið tann 4. apríl 2020 klokkan 07.15

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.