17 tilburðir í gjár, nú eru heili 69 smittaði við Korona og av teimum eru 54 í Tórshavn

Mest sum øll smittan er í Tórshavn, heili 54 smittaði í løtuni, 7 smittaði í Eysturoy, 4 í vágunum og 1 útlendingur. Hendan uppgerð eg frá 23. september.

Sum vant, tá ið smittan er í Tórshavn, so hendur lítið og einki og alt gongur sína vanligu gongd, soleiðis verður eisini hesaferð.

Hetta skrivar Corona.fo á sínari heimasíðu:

Í gjár vóru 17 nýggir tilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Í 16 førum er smittukeldan kend, og ein tilburður varð staðfestur við kanning á fjórða degi eftir komu til Føroyar.

1205 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 69 smittað í Føroyum.

Fleiri tøl eru at finna ovast á síðuni www.corona.fo

Heilsumálaráðið

Please follow and like us: