168 fólk koppsett í gjár


Í gjár vórðu 168 fólk koppsett, 12 fólk fingu fyrra prikið og 156 fólk fingu seinna. Serliga vóru tað sjúklingar í serligum vandabólkum, sum vórðu koppsettir í gjár.

Nú eru tilsamans 7563 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 4251 fólk hava fingið fyrru koppsetingina og 3312 hava fingið ta seinnu. Tey eru sostatt liðugt koppsett.

Koppsett verður aftur í dag og møguliga í morgin. Síðani verður ein stuttur steðgur, meðan bíðað verður eftir meira koppingarevni, sum eftir ætlan kemur mikukvøldið.

Heilsumálaráðið

Um vit skulu liva við Korona í fleiri ár ella í alla tíð, so er tað neyðugt at vit klára okkum sjálvi og sjálvandi skulu vit fara í forhandlingar við fyritøkurnar Pfizer/BioNTech, Moderna, AstraZeneca, Sputnik, Johnson&Johnson og aðrar fyritøkur sum framleiða koppingarevnir móti Covid 19 og keypa koppingarevnini sjálvi.

Ísrael hevur longu koppsett 90 prosent av fólkinum hjá sær , sjá filmsklipp herundir og landi hevur latið tað mesta uppaftur og vit hava bara koppsett 8 prosent av fólkunum, tí vit bíða eftir, at Danmark gevur okkum vaksinur, tað er ikki gott nokk.

Lat okkum keypa vaksinurnar sjálvi, keypa 104.000 vaksinur, koppseta øll og so royna at hava vaksinur hvørt ár, um vit skulu koppsetast hvørt ár.

Vit kunnu akkurát tað sama at gera tað nú, tí í framtíðini skulu vit klára okkum sjálvi og tá skulu vit keypa vaksinurnar sjálvi.

Símun á Høvdanum

Please follow and like us: