164 tilmæli til framgongd og trivnað

Vakstrarforum hevur virka í 18 mánaðir og endaði sítt arbeiðið í dag. Úrslitið er 6 frágreiðingar og 164 tilmæli. Bólturin liggur nú hjá politisku skipanini.

Hvussu skipa vit útbúgving og framtíðararbeiðsmarknaðin?

Hvussu røkka vit burðardygd í øllum liðum í samfelagnum?

Hesum spurningum verður roynt at svara í tveimum frágreiðingum, sum Vakstrarforum almannakunngjørdi fyrrapartin í dag.

Tann fyrra eitur Førleikatørvur og førleikagagn og snýr seg um útbúgving og arbeiðsmarknað. Hin hevur heitið Grønari hinumegin og snýr seg um grøna skiftið og yvirskipaðað burðardygd í samfelagnum.

Hesar eru tær seinastu av seks frágreiðingum, sum Vakstrarforum hevur givið út síðan desember mánaða. Vakstrarforum byrjaði sítt arbeiði í februar 2021.

Seinnapartin rundaði Vakstrarforum sítt arbeiðið av við tiltakið á Hotel Føroyum, har øll tey, sum hava givið eitt íkast til verkætlanina, vóru boðin við. Dentur var millum annað lagdur á týdningin av at arbeiða strategiskt, eisini á samfelagsstigi. Eisini greiddu tey seks forfólkini, sum hava staðið á odda fyri arbeiðsbólkunum, frá arbeiðnum innan ávikavist havið, KT, vinnuferðavinnu, maritimum veitaravinnum, útbúgving og arbeiðsmarknaði og grøna skiftinum.

At enda rundaði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, tiltakið av, har hann millum annað heitti á sínar politisku starvsfelagar um at arbeiða saman um at fremja tey átøk, sum frágreiðingarnar leggja upp til.

”164 uppskot til betringar í samfelagnum er ein fongur fyri okkum politikarar, men tað er eisini ein avbjóðing. Tí nú er spurningurin bara, hvussu væl vit tora at taka djarvar avgerðir, sum kunnu skapa varandi vøkstur og trivnað langt inn í framtíðina. Mín áheitan til samgongu- og andstøðupolitikarar er, at hetta verður júst tað vit gera komandi tíðina,” sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Les allar frágreiðingarnar her.

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: