16. milliónir smittaði við Korona
16. milliónir smittaði við Korona


16.264.048 av fólkunum í heiminum hava ella eru nú smittaði við Korona og higartil eru 648.966 deyð av sjúkuni.
Teir seinastu fýra dagarnar, er smittan ordiliga blussa uppaftur runt allan heimin og eru yvir 1. milliónir smittaði bara hesar fáar dagarnar.
Smittan er størst í USA, har 4.234.140 eru smittaði og har 146.935 eru deyð. Brasil hevur næstflest smittaði, 2.419.091 og har eru 87.004 deyð. India nummar trý, har 1.435.626 eru smittaði og 32.771 deyð, Rusland er á fjórða plássið við 811.073 smittaði og 13.249 deyð.
Í Europa er Ongland har flest eru smittaði við COVID 19, 301.020 og har 45.837 eru deyð.
Tey sum eru blivin frísk eru 9.407.977 í tali og har eru flest blivin frísk í Brasil, 1.812.913 og USA 1.297.863, ímeðan India kemur á triðja plássið 917.568.
Í Føroyum er eisini smittan blussa upp aftur, 23 fleiri bivu smittaði tann 25. juli og har er smittan mest umborð á russisku skipinum og í skrivandi løtu, ikki blíva kannaði av føroysku mynduleikunum og eru sjómennirnir á russisku teir einastu, sum ikki vera kannaðir fyri Korona, tá ið teir koma til Føroyar og tað er undir alt lágmark.
Øll skulu kannast, um vit skulu hava tamarhald á smittuni, verður tað ikki gjørt, so endar tað heilt sikkurt galið.
SáH
