16 filmsverkætlanir fáa 1.8 mió. kr.

Stuðul verður latin 16 umsóknum um stuðul til film í fyrra umfari 2022. 31 umsóknir komu inn, og søkt var um tilsamans 5,9 mió. kr. Stuðulin fevnir um eitt nú hugskotsmenning, framleiðslu og útbreiðslu. Talan er um bæði dokumentarfilmar, stuttfilmar og spælifilmar.

Hesi 16 fingu stuðul:

Torfinnur Jákupsson Tinganes 150.000
Ebba Malena Debess Thomsen Lítla 150.000
Hugmynd v/Eir í Ólavsstovu Abbi 120.000
Terji Mohr Sorgarbúnin 6.500
Felagið Føroysk Ross Føroyska rossið 150.000
Turf Roof Productions v/ Hans Kristian Eyðunsson Hansen Trøllini og huldugentan 75.000
Terji Mohr Perlan 7.000
Rógviper sp/f  v/Rógva Rasmussen Rótfesti 50.000
Helmsdal Media v/Gudmund Helmsdal Vandaferð 50.000
Rógviper sp/f v/Rógva Rasmussen Heartist 150.000
Felisia Jógvansdóttir Helmsdal Kom bara við 75.000
Atli Brix Kamban Storkur 70.000
Mariann Sofiasdóttir Nóra 35.000
Jónfinn Stenberg Meg minnist eina mynd 175.000
Symphor Film v/ Franklin Henriksen Grímur Havreki 75.000
Kykmyndir v/ Jón Hammer The Last Paradise on Earth 450.000

Kykmyndir hjá Jón Hammer hevur fingið 450 tús. kr. til spælifilmin The Last Paradise on Earth

Kykmyndir hjá Jón Hammer hevur fingið 450 tús. kr. til spælifilmin The Last Paradise on Earth eftir Sakaris Stórá. Tað er søgen um ungan mannin Kára, sum arbeiðir á flakavirkinum í heimbygdini, og sum býr heima saman við pápanum og yngru systrini. Heimið hjá teimum hevur ikki verið tað sama, síðan mamman doyði, og sorgarrakti pápin megnar ikki at taka sær av familjuni. Samstundis er lívsæðrin í bygdini í vanda, tí flakavirkið er um at tapa bardagan móti marknaðarkreftunum, og teimum umhvørvisbroytingunum, sum ávirka havið og fiskaríið runt oynna og landið. Tá pápi Kára fer aftur til skips, má Kári taka ábyrgdina við hús og taka sær av systur síni.

Hetta er ein filmur um at finna sítt pláss í lívinum, og tematisk verður komið inna á evni sum, hvussu umhvørvisbroytingar ávirka dagligdegin í okkara samfelag, og hvussu teir siðbundnu kynsleiklutirnir ikki altíð hava tað so lætt í einum moderniseraðum heimi.

Jónfinn Stenberg hevur fingið 175 tús. kr. til ein novellufilm við arbeiðsheitinum Meg minnist eina mynd. Filmurin viðger evnið “eftirmæli” og varpar ljós á, hvat ein letur eftir seg, tá ein fer úr hesum heimi. Tað er ein søga um, hvussu avgerðir verða raðfestar, og hvat ein stendur eftir við. Trongdin at seta sítt fingramerki á heimin kann vera sera stór.

Samlaða filmsjáttanin er 3,5 mió. kr. Næsta stuðulsumfar verður lýst í juli við freist 1. septembur 2022.

Mynd: Kykmyndir: The Last Paradise on Earth

Uttanríkis- og mentamálráðið

Lýsingarprísir, klikk á bannaran
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: