155 føroyingar fingið staðfest smittuna

Tað eru nú í alt 155 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 3346 kanningarúrslit. Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Sostatt eru 11 persónar í alt staðfestir smittaðir afturat seinasta samdøgrið.

Heilsumálaráðið tann 28. mars 2020 klokkan 07.50

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: