15 tilburðir í gjár

Í gjár vóru 15 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

13 tilburðir eru smittaðir í Føroyum av kendum smittukeldum, ein tilburður av ókendari smittukeldu, og ein tilburður varð staðfestur við kanning tveir dagar eftir komu til Føroyar.

927 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 87 smittað í Føroyum.

Heilsumálaráðið

Please follow and like us: