15 milliónir eru blivnar burtur í Klaksvíkar Kommunu

Mynd frá sendingini “Handilshølini eru gapandi tóm”, sjá sendingini herundir.

Ikki er hoyrt nógv um innleggið tann 12. februar í Dag & Viku um “Handilshølini eru gapandi tóm”, har 15 milliónir, sum vóru oyramerktar til Biskopstorgi, eru blivnar burtur í Klaksvíkar Kommunu og eru brúktar til okkurt annað og ongin veit hvar pengarnir eru?

Kann man nú avseta pengar til eina SVIMJUHØLL og brúka pengar til ein ROSSAHANDIL, er tað soleiðis at undanfarna Býráð hevur arbeitt?

15. milliónir eru burtur og eru tær brúktar í heimildarloysið, so skal tað fáa fylgur fyri viðkomandi og pengarnir skulu finnast aftur. Tað kann ALS ikki góðtakast at FÓLKAFLOKKURIN, SAMBANDI OG TJÓÐVELDI skulu aftur fara og brúka 15. milliónir uppá niðastu hæddina á Biskopstorginum, so upphæddin verður 30 milliónir.

Vit skattagjaldara skulu ikki gjalda 30 – 50 milliónir til handilshølir í Biskopstorginum, har undanfarna Býráð hevur brúkt pengarnar og ongin veit hvar pengarnir eru brúktir til, sjá filmsklipp herundir, har eg sigi mína hjartans meining og hygg eftir óskilinum í Klaksvíkar Kommunu tey seinastu 8 árini, hetta er bert eitt mál av nógvum, nevnliga BISKOPSTORGI. KVF hevur fylgt eitt sindur við óskilinum á Biskopstorginum, sjá innlegg herundir, synd at siga at Norðlýsið hevur gjørt tað sama, ein kann gita hví?

Men nú skal skil fáast á Klaksvíkar Kommunu við Karl Johansen við róðrið og Fólkaflokkinum í samgonguni, SO VERÐUR TAÐ GJØRT!!!!!

SáH

http://kvf.fo/leita?page=/leita&keywords=handilsh%C3%B8lini&sort=0

http://kvf.fo/netvarp/sv/2020/05/26/20200526biskupstorg

http://kvf.fo/greinar/2020/05/22/fult-vidhald-i-malinum-um-biskupstorg

http://kvf.fo/netvarp/sv/2019/03/08/20190308kunnuflytainn1mai

http://kvf.fo/greinar/2019/02/20/nogvir-rykkjarar-einki-svar-enn

http://kvf.fo/netvarp/sv/2018/11/13/20181113sjalvsognarstovnurfiggjarkeyp

Please follow and like us: