14 tilburðir í gjár

14 nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Í fýra førum er talan um ferðandi til Føroya. Av hinum tíggju eru seks tilburðir partur av kendari smittukeldu, meðan fýra eru frá ókendum smittukeldum.

1846 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið. Tilsamans eru nú gjørdar 321.907 kanningar.

817 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 768 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru 48 persónar smittaðir við koronu.

Heilsumálaráðið

Please follow and like us: