137 staðfest smittað í løtuni

Nú hava í alt 362 fólk fingið staðfest coronasmittuna. Tað vísa nýggjastu kanningarúrslitini, sum Landslæknin hevur kunngjørt. Úrslitini byggja á 65.948 kanningar.

Týdagin 11. august vórðu 2444 kanningar framdar. Millum hesar eru 14 tilburðir staðfestir. 156 kanningar eru tó ikki greinaðar enn.

Mikudagin 12. august vórðu 2099 kanningar gjørdar. Longu nú eru 12 tilburðir staðfestir. Endaliga kanningarúrslitið er ikki tøkt enn, tí enn mangla 701 kanning at verða greinað.

Heitt verður á øll um at vísa serligt varsemi, til øll kanningarúrslit fyri kanningardagin eru tøk.

Tey, sum fáa staðfest smittuna, verða uppringd.

Smáar broytingar eru gjørdar í hagtalsyvirlitinum, og kanningar verða nú flokkaðar til tann dagin, sum hesar eru gjørdar. Seinastu tíðina eru kanningarúrslit flokkað til tann dagin, sum hesi eru kunngjørd.

Harumframt eru yvirlitið av teimum smittaðu eisini dagført. Nú ber til at síggja tey smittaðu frá 1. juli býtt í aldur og øki á landinum. Sí nágreinað hagtøl her.

Heilsumálaráðið

Please follow and like us: