13 tilburðir í gjár og nú eru heili 132 smittaði við Korona

Í gjár vóru 13 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Allir persónar eru smittaðir í Føroyum. Í 11 førum eru smittukeldurnar kendar, í tveimum førum eru smittukeldurnar ikki kendar.

1082 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 132 smittað í Føroyum, ein persónur er innlagdur.

Heilsumálaráðið

Her tølini seinastu 14 dagarnir eru 170 persónar staðfest smittaðir, íróknað útlendingar. Tað svarar til 317 fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.

Please follow and like us: