13 tilburðir í gjár, nú eru heili 128 smittaði og tað sum verri er 2 innløgd

Í gjár vóru 13 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
10 persónar eru smittaðir í Føroyum av kendum smittukeldum. Hini trý eru staðfest smittað við kanning á øðrum og fjórða degi eftir komu til Føroyar.
1519 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 128 smittað í Føroyum, og tveir persónar eru innlagdir.
Heilsumálaráðið
Her tal av smittaðum í mun til fólkatalið í økjum runt Føroyar seinastu 14 dagarnar.
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: