129 ár hitamet í Danmark verður sligið í ár

Hevur verið og er sera heitt í Danmark
Seinastu vikurnar hevur tað verið sera heitt í Danmark og longu nú hevur Danmark hava 12 summardagar og tað er, tá ið hitin ferð uppum 25 hitastig. Alt seinasta summar hevði Danmark 11 summardagar.
Heitasti mai nakrantíð
Mai 1889 hevur havt hetta metið, men í ár verður tað metið sligið. 1889 bleiv mált 13,8 hitastig í miðal og væntar DMI at mai 2018 kemur miðalhitin at vera 14,7 hitastig, so tað verður spennandi at vita, um DMI fær rætt, nú bert fáir dagar eru eftir av mai.
Les meira um heita veðrið í 1889 her: “Danmarks ældste varmerekord er fra 1889 – og nu bliver den slået”
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: