1282 koppsett mánadagin og týsdagin

Mánadagin og týsdagin vórðu íalt 1.282 fólk koppsett fyri koronu. 9 fólk fingu fyrra prikið og 20 fingu tað seinna. 1.251 fólk fingu triðja prikið.

Nú hava 41.427 fólk fingið fyrru koppsetingina. 40.494 fólk hava fingið seinnu koppsetingina. 13.366 fólk hava fingið trý prik.

Tilsamans 95.287 koronukoppsetingar eru gjørdar í Føroyum.

Koppsetingarbólkurin

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: