12 tilburðir í gjár og nú eru 57 smittaði og næstan øll í Tórshavn

Í gjár vóru 12 nýggir tilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Allir persónarnir eru smittaðir í Føroyum. Í 11 førum er smittukeldan kend, í einum føri er smittukeldan ikki kend.

521 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 57 smittað í Føroyum.

Fleiri tøl eru at finna ovast á síðuni www.corona.fo

Heilsumálaráðið

Please follow and like us: