100 vilja hava íbúð á Biskupstorgi

350 fólk hava skrivað seg upp til íbúð á Biskupstorgi. Av hesum hava 100 víst tilboðum áhuga, og vóru tey í dag boðin til framvísing.

Á Biskupstorgi eru 30 íbúðir í ymiskum støddum: 71, 80, 84, 119, 122, 137 og 142 m2. Kostnaðurin fyri íbúðirnar er millum 5.600 og 10.600kr um mánaðin + ljós og hita.

Áhugin er stórur at sleppa inn og hópin av fólki vóru í morgun og hugdu at einum møguligum framtíðar bústaði í miðbýnum í Klaksvík.

Eftir ætlan flyta tey fyrstu inn 1. mai 2019.

Ein rundvísing verður aftur hósdagin 28. marts fyri teimum, sum hava víst tilboðum áhugað.

Kelda: klaksvík.fo

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.