100 bilar kannaðir og sjálvt eigarin av News.fo bleiv kannaður

Klokkan var 04:15 í morgun, koyrdi mær ein kajtúr og á veg eftir Klaksvíksvegnum kemur ein Politibilur í hølunum á mær og tað gekk ikki long tíð, so bleiv eg blinkaður inn og eg skuldi kannast.

Ein løgreglumaður kemur út og spyr hvat eg gerið uppi so tíðliga, eg segði at mín dagur er byrjaður, eg vakni hvønn morgun klokkan umleið 04:00 ella fyrr og eitt tað fyrsta eg gerið, er at fara at kannað um alt er í lagi í Maverick Barr og Grilluni hjá Símun og nú var eg ein kajtúr.

Hann spurdi um eg drúkkið og um eg hevði nakað ímóti at blása í alkoholmetri og tað hevði eg einki ímóti og har var úrslitið 0.

Spurdi løgreglumannin hvussu nógvar teir høvdu kannað seinasta kvøld/nátt og upplýstið hann, at teir høvdu kannað 100 bilar og ongin av teimum hevði drúkkið, sóu bara tal á einum bilførarar, men tað var so lítið, at hann bleiv ikki skrásettur fyri tað.

Spurdi um nær lógin, um nær Skeinkistøðini skuldi lata aftur kemur?, men tað visti hann onki um, eg helt við hann, at tað hevði verið nokkso gott, at man fekk tað at vita áðrenn Norðoyastevnuna, tí vit skulu seta fólk at arbeiða, men sum sagt, so visti hann onki um tað sakina.

Spurdi hann um eg kundi taka eina mynd av honum og makkarnum í bilinum, nú teir høvdu tikið sjálvan eigaran av News.fo, men tað helt hann ikki vera eitt gott hugskot og teir fóru í skundi avstað aftur, fyri at kannað teir síðstu bilarnar, men teir eru ikki nógvir í talið hetta tíðspunkti á døgninum.

 

 

 

Please follow and like us:

2 thoughts on “100 bilar kannaðir og sjálvt eigarin av News.fo bleiv kannaður

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.