10 tilburðir í gjár

10 nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Í sjey førum er talan um eina kenda smittuketu. Tað er ógreitt, hvussu tveir persónar eru smittaðir. Seinasti tilburðurin bleiv staðfestur við komu til Føroya.

1518 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið. Tilsamans eru nú gjørdar 320.045 kanningar.

803 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 768 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru 34 persónar smittaðir við koronu.

Heilsumálaráðið

Please follow and like us: